Handverkarar vunnu Signar

Eini 40 handverkarar í nýggju fimleikahøllini í Runavík vóru av álvara tiknir á bóli, tá Signar á Homrum kom at spæla konsert fyri teimum


Fyri góðum tveimum vikum síðani skipaði Rás2 fyri sms-kapping, har lurtarar kundu vinna eina lítla konsert við Signari í Homrum.

 

Tað blivu handverkararnir í nýggju fimleikahøllini í Runavík, sum vunnu Signar í Homrum, og fríggjadagin yvirraskaði hann teir umleið 40 handverkararnar, sum vóru til arbeiðis í høllini.

 

Signar í Homrum spældi fleiri av sínum kendu sangum, og lagið í høllini var avbera gott.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr reportasjuna frá konsertini, sum Signar í Homrum hevði fyri handverkarunum.