Býráðslimur: - Nýggja bussleiðin harmar fólk

- Vanar og mynstur, sum fólk hava fingið sær við tíðini eru farin, sigur Bjørg Dam, sum ikki heldur bussleiðin er broytt til tað betra

Bjørg Dam, býráðslimur í Tórshavnar kommunu

Bjørg Dam, býráðslimur í Tórshavnar kommunu

- Tey flestu hildu at bussleiðin var fín, men tey ynsktu sær buss í vikuskiftinum og longur út á kvøldið. Vit fingu nakað heilt annað. 

Soleiðis sigur Bjørg Dam, býráðslimur í Tórshavnar kommunu. Hon heldur ikki, at nýggja bussleiðin í Tórshavnar kommunu er broytt til tað betra - tvørturímóti. 

Hon sigur, at hon hoyrir søgur um eldri fólk, sum ikki fara út longur, tí bussurin er broyttur. Eisini hoyrir hon, at broytingarnar ávirka fólk við menningartarni og børn.

- Tað harmar at hoyra um fólk við menningartarni, sum sjálvi plagdu at taka bussin, men nú skulu tey skifta buss, kanska tvær ferðir, og tað megna tey ikki. Nógv foreldur tora ikki at lata børnini taka bussin, tí tey skulu ganga yvir um hátrafikeraðan veg, sigur Bjørg Dam og vísir á, at nú ein dagin varð ein drongur árendur uttanfyri Hoyvíkar skúla.

##med2##

Hon sigur, at á Vegnum Langa steðgar bussurin skeivu megin skúla, dagstovn, kirkju og komandi læknaviðtalu.

- Einlig mamma, sum hevur valt dagstovn eftir bussleiðini, fær ikki morgunarnar at ganga upp longur, tí bussleiðin er broytt. Vanar og mynstur, sum fólk hava fingið sær við tíðini eru farin.

Býráðslimurin meinar ikki, at hædd er tikin fyri teimum brúkarunum, sum bussleiðin longu hevði. Hon tekur saman um:

- Tað er lætt hjá nógvum at umstilla seg og lætt hjá okkum, sum hava bil at dúva uppá í túninum. Men hjá eldru damuni, ið tvær ferð um vikuna sjálv megnaði at fara oman í býin, er tað ógjørligt nú. Tað er ikki lætt hjá teimum, har bussurin er einasta álit, sigur Bjørg Dam.

Bjørg Dam, býráðslimur í Tórshavnar kommunu