Byrjaði einsamallur - nú eru tey 11

Tá John Kári Midjord kom heim úr Danmark sum útbúgvin anlegsgartnari í 2012 og árið eftir stovnaði sína fyritøku, visti hann ikki, hvør undirtøkan fór at verða.

 

Havin.fo er tað, sum rópt verður ein anlegsgartnarafyritøka við vitan og førleikum innan gartnaravirksemi. Fyritøkan veitir tænastur til privat, fyritøkur, almennar stovnar og kommunur.

Stjóri og eigarin av fyritøkuni, sum er stovnað í mars í 2013, John Kári Midjord, er útbúgvin anlegsgartnari við sergrein í anlegsteknikki, sum tað kallast.

Aftrat sær í fyritøkuni hevur hann aðrar gartnarar við útbúgving, timburmann og trý fólk, sum serliga arbeiða við flísalegging.

Haraftrat hevur hann ágrýtin og dugnalig fólk við hollum royndum innan gartnaravirksemi.

Tá John Kári Midjord kom heim úr Danmark sum útbúgvin anlegsgartnari í 2012 og árið eftir stovnaði egna fyritøku, visti hann ikki, hvør undirtøkan fór at vera.

- Eg byrjaði einsamallur, samstundis sum eg eisini hevði annað arbeiðið. Skjótt sá eg, at eftirspurningurin var stórur, og ringarnir breiddu seg skjótt.

Eigarin av Havin.fo kann í dag fegnast um at hava heili 11 fólk í starvi, og skjótt verða tey 14, um alt gongur, sum eigarin ætlar.

- Jú, hetta hevur verið ein rættiliga skjótt veksandi fyritøka, ásannar John Kári Midjord, samstundis sum hann fegnast um øll síni góðu og dugnaligu starvsfólk.

Í Sosialinum, sum varð borin í hvørt hús í dag, er serblað um hava og útilív, og her er eitt nú prát við eigaran av Havin.fo.

Prát er við stovnaran av Neysting, og her er prát við David Nordendal, sum eigur og rekur fyritøkuna Sp/f David Nordendal Jørðarbeiði.