Leita á in.fo

Tróndur Arge 03.12.2012 (12:54)

Christian Høgni leikandi venjari hjá ÍF Føroyum

Christian Høgni Jacobsen fegnast um møguleikan, hann nú hevur fingið.
- Hetta er ein spennandi avbjóðing hjá mær. Eg havi leingi gingið við einum lítlum venjara í búkinum, og havi áður verið venjari fyri lið í yngru deildunum. Hetta er so ein møguleiki at royna meg av á hægri støði, sigur Christian Høgni Jacobsen, við heimasíðuna hjá felagnum.
Christian Høgni Jacobsen hevur áður roynt seg í donskum fótbólti, har hann hevur spælt við Esbjerg fB, Vejle BK og AB. Harumframt hevur Faroesoccer skrásett hann fyri 235 dystir og 119 mál í bestu føroysku fótbóltsdeildini, tríggjar ferðir hevur hann verið toppskjótti í deildini, og so hevur Christian Høgni eisini umboðað Føroyar í A-landsdysti 50 ferðir.
1. lið hjá ÍF Føroyum vantaði ein venjara, tí vælumtókti Andras K. Thomassen, sum hevur havt ábyrgdina av liðnum seinastu árini, hevur fingið nýtt starv, ið inniber, at stundir ikki til fótbólt. Tí kemur tað sera væl við, at Christian Høgni er sinnaður at traðka til.
Avtalan við Christian Høgna Jacobsen gongur fram til summarsteðgin, tá kappingin hjá 1. liði endar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her