Leita á in.fo

Jonhard Hammer 11.07.2010 (15:21)

Cieslewicz á veg í superliguna

Ein gamal kenningur í føroyskum fótbólti er í hesum døgum á vektini, sum skal gera av, um hann er nóg tungur at taka lut í fremstu donsku fótbóltsdeildini.

Talan er um Lukasz Cieslewicz, sum er sonur Robert Cieslewicz. Robert spældi í níti árunum í eitt nú Fuglafirði og í Vági.

Lukasz, sum er ógvuliga evnaríkur framrættaður miðvallari, hevur áður roynt seg í Brøndby, og seinastu tíðina hevur hann spælt við Hvidovre í næstbestu deildini.

Lukasz var ikki áhugaður í at halda fram við samstarvinum við Hvidovre. Hann segði seg ætla at royna, um tað bar honum til at spæla í superliguni, og nú royndarvenur hann í Lyngby, sum júst er flutt upp í superliguna.

Lukasz spældi í gjár við Lyngby í venjingardysti ímóti HB Køge, sum Lyngby tapti 1-0. Næstu dagarnar skal hann venja í Lyngby, sum so fer at taka støðu til, um talan skal verða um samstarv.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her