Leita á in.fo

Tróndur Arge 08.01.2011 (21:48)

Cieslewicz til B36

Lukasz er als ikki ókunnugur við føroyskan fótbólt. Pápi hansara, Robert, var millum annað við til at vinna FM við VB í 2000, og Lukasz spældi eisini við yngru deildunum hjá VB í fleiri ár.

 

16 ára gamal fór hann til Brøndby, og seinastu trý árini hevur hann spælt við Hvidovre.

 

Nú verður tað tó í B36, at hann fer at spæla, og sjálvur sigur Lukasz, at hann gleðir seg at sleppa í hvítu troyggjuna.

 

- Fyri meg er talan um røttu løtuna at koma til føroyskan fótbólt. Persónliga strembi eg altíð eftir at vinna, og tí stendur FM-heitið við B36 ovast á listanum yvir míni persónligu mál. Hartil havi eg eisini møguleika at spæla á føroyska landsliðnum, og tað er ein møguleiki, sum altíð hevur tiltalað meg, sigur Lukasz, sum eisini hevur verið partur av pólska u-landsliðsarbeiðnum.

 

- Í aðrar mátar vóni eg, at eg eisini kann geva felagnum nakað. B36 er í ferð við at byggja eitt nýtt lið upp, og hóast eg eri 23 ár, so haldi eg, at eg havi nakrar royndir, sum eg kann geva frá mær. Ikki minst, tí eg havi livað og spælt sum yrkisspælari, og tí kenni tey krøv, sum verða sett um kostvanar, venjingar og livimáta sum heild, sigur Lukasz.

 

Sum spælari kann Lukasz røkja flestu framrættaðu pláss á vøllinum, men sjálvur trívist hann best sum fremsti partur av sentrala miðvøllinum. Hann er sterkur, hampuliga skjótur, og so hevur han


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her