Leita á in.fo

Savnsmynd.

Hallur av Rana 23.07.2015 (16:21)

Dagført: Løgreglan handtikið fýra Sea Shepherd limir

Løgreglan hevur fyri løtu síðani handtikið fýra Sea Shepherd fólk, tað upplýsir Andras Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, fyri in.fo.


- Eg kann vátta, at vit hava handtikið fýra Sea Shepherd fólk. Tvey á sjónum og tvey á sandinum, sigur Andras Marr Poulsen, varapolitiinspektørur.


Tað var Paul Watson, leiðari í Sea Shepherd, ið fyrst skrivaði um handtøkurnar fyri løtu síðani.


- Brigitte Bardot er steðgað av donsku sjóverjuni. Tveir limir á Bardot eru handtikin av donsku verjuni.


Hóast Paul Watson vil vera við, at talan er um donsku verjuna, ið hevur handtikið teirra limir, so vísir Andras Marr Poulsen á, at tað er føroyska løgreglan, ið hevur gjørt handtøkurnar, og at tað harvið er faktuelt skeivt, ið Paul Watson skrivar. 


Løgreglan hevur sostatt higartil handtikið seks limir hjá Sea Shepherd í hesi vikuni. Tvey vóru eisini handtikin í Kalsoyarfirði mánadagin.


Grindin, ið varð funnin vestanfyri Mykines fyrr í dag, er í løtuni um at gera landgongd í Bø.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her