Leita á in.fo

Vágbingurin Dánjal Martin Hofgaard vann enn einaferð FM í inniróðri í lættvektsbólkinum.

Marita á Rógvi 15.03.2014 (12:53)

Dánjal Martin Hofgaard vann enn einaferð

Dánjal Martin Hofgaard var ein av teimum fimm føroyingunum, sum umboaðu Føroyar til HM í inniróðri í februar. Hesuferð skuldi Vágbingurin vísa sína styrki móti føroyskum rógvarum. 

 

Dánjal Martin Hofgaard, sum róði fyri Vágs Kappróðrarfelag vann sannførandi við tíðini 6.38.5. Jens Kristian Dam úr Havnar Róðrarfelag gjørdist nummar tvey við tíðini 6.42.9, og Brandur Sjúrðason úr Miðvágs Róðrarfelag gjørdist nummar trý við tíðini 6.43.9. 

 

Hóast Dánjal Martin Hofgaard vann sannførandi, róði hann heili 18 sekund verri, enn hann gjørdi til HM í Boston. Tá róði hann 6.20.9, og gjørdist nummar níggju. Men í øllum førum var tað ikki neyðugt hjá fyrrverandi svimjaranum at kýta seg ov nógv, tí Dánjal Martin Hofgaard er Føroyameistari í inniróðri enn einaferð.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her