Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 04.01.2016 (15:25)

Demmus Hentze farin

Í gjárkvøldið andaðist Demmus Hentze, fyrrverandi advokatur og politikari, 92 ára gamal.

 

Demmus Hentze varð føddur á Sandi 4. desember í 1923, og var útbúgving løgfrøðingur á Keypmannahavnar Universiteti í 1952.

 

Hann varð advokatfulltrúi í í 1953, landsrættarsakførari í 1958 og hevði egið advokatvirki, Advokatskrivstovan Hentze, 1981–2010. Demmus Hentze var eisini brasilianskur konsul í Føroyum.

 

Demmus Hentze byrjaði politisku yrkisleið sína, tá hann varð valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Sandoyar valdømi á løtignsvalinum í 1966. Tá gjørdist Fólakflokkurin størri enn Tjóðveldisflokkurin, og harvið koppaði Demmus Henzte tjóðveldismanninum Erlendi Patursson, sum ta ferðina ikki varð afturvaldur.

 

Demmus Hentze varð afturvaldur á valinum í 1970, men fall aftur á valinum 1974. Men tá vóru boð eftir honum til landsstýrismann at umsita fíggjarmál. Demmus Hentze varð afturvaldur á valinum í 1978. Helt fram sum landsstýrismaður í triðja landsstýrinum hjá Atla Dam, sum sat frá 1979-81, tá Demmus Hentze eisini umsat fíggjarmál.

 

Demmus Hentze gavst í politikki eftir skeiðið sum landsstýrismaður, sum endaði 5. januar í 1981.

 

Eftir tíðina sum politikari fór Demmus Hentze aftur at virka sum advokatur.

 

Demmus Hentze varð giftur við Helenu, fødd Debes. Tey áttu døturnar Turið Debes Hentze, sumer advokatur, Bergljót Debes Hentze, sum starvast í Kringvarpinum og Annu Debes Henze, sum er sálarfrøðingur.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her