Leita á in.fo

(Mynd: KvF stroyming)

Eyðun Klakstein 16.01.2015 (15:37)

Dugir at leggja løg og sløg væl til rættis

Mentanarheiðurslønir landsins verða í dag latnar í Skálavík, og fyrstu virðislønina fekk latin Mattias Kapnas, tónleikara.

Virðislønin til ungt listafólk er 50.000 krónur og verður latin yngri listafólki, sum sýnir serlig gávurík evni.

- Mattias er ein ungur listamaður, sum hevur tikið viðføddu gávurnar í álvara, og tíðliga í lívinum hevur tikið avgerð um at lata tónleikin verða yrkisleið sína, segði Bjørn Kalsø, tá ið hann handaði virðislønina.

- Mattias hevur skil fyri at leggja løgini og sløgini væl til rættis til áhoyraran at njóta tónleikin.

Mattias Kapnas takkaði fyri heiðurin og takkaði fyrrverandi lærarum og núverandi lærara sínum. Eisini spældi hann eitt verk á klaver.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her