fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.8m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 21.05.2015 (11:00)

Ebba Hentze deyð

Ein av okkara kendastu mentafólkum, Ebba Hentze, er deyð.

Ebba Hentze bæði skrivaði og týddi, ikki minst er hon viðurkend fyri at hava týtt Róa Patursson og Jóanis Nielsen til danskt. Annars hevur hon skrivað bæði yrkingar og barnabøkur, eitt nú tær um Antoniu.

 

Sum týðari hevur hon gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa føroyskan skaldskap út um landoddarnar.

Ebba Hentze vaks upp á Tvøroyri. Snar.fo skrivar, at hon tók studentsprógv í Keypmannahavn í 1950 og las bókmentir og málfrøði.

 

- Hon hevur starvast innan útvarp bæði í Danmark og Svøríki og hevur verið bókmentaráðgevi hjá danska forlagnum Gyldendal.

 

Hon fekk eisini Mentanarvirðisløn Landsins og Sømdargávu Landsins, umframt at hon hevur fingið barnamentanarheiðurslønina hjá Tórshavnar Býráði fyri síni avrik á mentanarliga økinum. Hon hevur eisini fingið heiðurslønir uttanlands.

 

Ebba Hentze var 84 ára gomul nú hon doyði.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her