Leita á in.fo

Rannvá G. Fossaberg 17.05.2014 (18:43)

Edvard vil fanga løtuna

Kærleiki og vónir er heitið á nýggjari fotobók, sum Edvard Nyholm Debess hevur gjørt. Tey flestu kenna Edvard Nyholm Debess frá tónleikaheiminum, har hann í nógv ár hevur verið virkin, men nú ger hann vart við seg innan fotolist.

 

 

- Eg fekk mitt fyrsta myndatól, tá eg var 12 ára gamal, og líka síðani havi eg átt eina ørgrynnu av myndatólum og havi fingist rættiliga nógv við myndatøku, sigur Edvard Nyholm Debess.

 

 

Í bókini, sum er á 80 síður, eru myndir tiknar av Rakul og Johan Dalsgaard, har tey síggjast undir ymiskum umstøðum. Myndirnar er tiknar, frá tí at Rakul og Johan Dalsgaard fluttu til Fámará at búgva og heilt fram til seinastu tíðina, áðrenn tey fluttu.

 

 

- Eg vildi gera eina verkætlan, hare g kundi taka myndir og royna at lýsa nakað við myndum. Tað er jú tað, eg havi gjørt við tónleiki í nógv ár, men nú geri eg tað alment við myndunum í hesi bókini, sigur Edvard Nyholm Debess, sum sigur seg altíð hava verið hugtiknan av myndatøku.

 

 

- Myndatólið er einasti miðil, sum kann fanga eygablikkið, og í dag, har alt gongur so skjótt fyri seg, so haldi eg, at tað er serstakliga áhugavert, sigur Edvard Nyholm Debess.

 

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna við Edvard Nyholm Debes


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her