Leita á in.fo

Hallur av Rana 09.09.2015 (18:10)

- Eg eri ikki á veg í nakran annan flokk

Annika Olsen slepti fyrr í dag eina politiskari bumbu, tá hon boðaði frá, at hon hevur valt at melda seg úr Fólkaflokkinum. Hon fekk næstflest atkvøður á fólkaflokslistanum til síðsta løgtingsval og hevur verið við til at mynda politikkin hjá flokkinum síðstu árini.


Men longu í gjárkvøldið fekk flokkurin ein teldupost frá Rodmundur Nielsen, ið sat sum varamaður á tingi í farnu tingsetu, har hann boðaði frá, at hann meldaði seg úr flokkinum.


- Mín avgerð í gjár hevur einki við avgerðina hjá Anniku at gera. Eg kendi einki til tað. Eg havi verið á floti í allan dag og hoyrdi fyrst um tað, tá eg kom aftur um hálvgum seks tíðina.


- Flokkurin hevur eftirmetingarfund av løgtingsvalinum í dag, so eg sendi ein teldupost í gjár, har eg boðaði frá mína avgerð og grundgav fyri tí. Har stendur alt og eg ynski ikki at fara í detaljur um tað.


Gitingar eru longu nógvar um hvar Annika Olsen man fara, harav tey flestu gita, at hon endar í Framsókn. Rodmundur Nielsen hevur tó ongar ætlanir um at forseta í politikki.


- Har liggur einki í kortunum, eg eri ikki á veg í nakran annan flokk. Eg havi einki at fara til, men fari nú at fóta mær og pakka saman aftaná hesa ferð, ið byrjaði í 2000. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her