Mentanartiltøk á Skála

Fleiri mentanartiltøk eru á Skála, nú mentanarvika er í Runavíkar kommunu. Millum annað eru søgur, kvøldsetur, gongutúrar og gakk og renn tiltak

Ein serlig søguløta verður í skúlanum á Skála í kvøld. Tá fer rithøvundurin, Rakel Helmsdal, at lesa søgur fyri børnunum - hon hevur millum nógv annað skrivað skrímslabøkurnar.

Hetta er onnur søguløta sum verður á Skála - og eins og seinast, verður okkurt smátt undir tonnina hjá børnunum og kaffi til tey vaksnu, verður sagt í tíðindaskrivi frá Runavíkar kommunu.

Kvøldseta

Forminnisfelagið fyri Skála og Skálafjørð skipa fyri kvøldsetu í húsinum hjá felagnum flaggdagin. Á skránni er felagssangur, fyrilestur við Jóan Paula Joensen og tónleikaframførsla.

Tiltakið er ókeypis. Møguleiki er at keypa kaffi, te og ein góðan køkubita.


##med2##
##med3##

Í fótasporum hjá Ormi bónda

Fríggjadagin verður gongutúrur við frásøgufólki. Gingið verður í fótasporunum hjá Ormi bóndi. Ferðaleiðari á túrinum er Hallgrím Johannesen.

Gongutúrurin byrjar í Prestá, har kaffi, te og vaflur verða til keyps. Síðani verður gingið eftir gøtuni oman við Prestá og víðari út á Berjarheygg.

 

Av Selatrað á Skála

Tiltakið gakk og renn – av Selatrað á Skála, er aftur á skránni í ár. Talan er um eitt hugnaligt rørslutiltak við góðum mati. Møguleiki er at velja ímillum ymsar teinar eftir vegnum og upp um Skarið. Tiltakið, sum verður sunnudagin, er bæði fyri tann roynda rennaran og fyri barnafamiljuna, verður sagt í kunningarskrivi.

##med4##