Eingin útoyggjastevna í ár

– Arbeiðið at skipa fyri stevnuni er krevjandi og arbeiðsorkan lítil. Tað verður tó eitt annað tiltak fyri limir og útoyggjafólk í juni, sigur Olga Biskupstø, skrivari í Útoyggjafelagnum

 

 

Í fjør var stevnan í Svínoy og í fyrrárið í Kalsoy. Men í ár hevur eingin bjóðað seg fram at skipa fyri stevnuni.

Um vikuskiftið var umboðsráðsfundur hildin í Stóru Dímun.

– Semja var um, at vit ikki halda stevnuna í ár, eins og vit plaga, sigur Óla Jákup úr Dímun, formaður í Útoyggjafelagnum við KvF.

Men ístaðin fyri eina stevnu, so verður eitt annað tiltak bara fyri limir og útoyggjafólk.

– Har verður aðalfundur hildin, og ymisk viðkomandi evni umrødd. Vit lýsa nærri hvar og nær hetta tiltak verður, sigur Olga Biskupstø.

– Vit hava hugsað um at broytt tiltakið, tí stevnan krevur so nógv av teimum, ið fyriskipa, og samferðsluni. Vit koma sterkt aftur, tá ið alt er eftirmett, sigur Olga Biskupstø.

Tilsamans hava 17 útoyggjastevnur verið.

Óla Jákup úr Dímun vónar, at mykinesfólk megna at átaka sær uppgávuna at skipa fyri útoyggjastevnu komandi ár. Hann sigur, at tað er tiltikið, hvussu væl stevnan eydnaðist seinast, hon var í Mykinesi. Tað var í 2008.