fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 13.9m/s

Leita á in.fo

Sverri Nielsen hevur júst róð World Cup finalu í Avstralia. Ungi miðvingurin gjørdist nummar seks í A-finaluni.

Marita á Rógvi 30.03.2014 (11:11)

Einki heiðursmerki til Sverra Nielsen

Sverri Sandberg Nielsen, liðfelagi hansara og guli dupultskullarin eru júst komnir á mál í World Cup stevnuni í Sidney.Teir hava umboðað danska landsliðið í kappróðri til World Cup stevnuna í Sidney. Sverri Sandberg Nielsen og liðfelagin róðu í A-finaluni, og blivu teir aftastir í teirri finaluni. Tó vóru bert trý sekund upp til fjórðbesta bátin.

 

Sverri Nielsen og liðfelagin vóru væl við fyrstu 1000 metrarnar. Eftir 1000 metrar dragnar báturin hjá Sverra, og teir síðani liggja og stríðast um fjórða plássið. Teir vóðru akkurát ov stuttir til fjórða plássið. Tíðin hjá Sverra Nielsen var 6.34.38. 

Úrslitini í A-finaluni vóru hesi: 

 

Result  World_Rowing_Cup_I_2014,_Sydney - Race 516: M2x  Final A
RankBoat500 m1000 m1500 mFinishLane
1LTU1:31.16  (1)3:06.58  (1)4:42.56  (1)6:15.105
2AUS11:33.12  (4)3:09.24  (3)4:45.12  (3)6:17.434
3ITA1:31.57  (2)3:08.52  (2)4:44.78  (2)6:20.483
4USA1:33.59  (5)3:11.61  (4)4:51.38  (4)6:31.271
5AUS21:34.35  (6)3:13.50  (6)4:54.83  (5)6:32.872
6DEN1:32.87  (3)3:11.73  (5)4:54.88  (6)6:34.386

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her