Leita á in.fo

Hallur av Rana 09.09.2015 (16:53)

- Einki nevnt um nakra ósemju

- Eg eri harmur og ovfarin, tí hon hevur verið ein sentralur persónur í at mynda okkara politikk, eisini tá valskráin varð skrivað. Tá hevði hon møguleikan, men hon hevur einki nevnt um nakra ósemju.


Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, ið fekk at vita um avgerðina hjá Anniku Olsen, fyrrverandi tingkvinnu fyri Fólkaflokkin, beint áðrenn fjølmiðlarnir fingu tað at vita.


Formaður hjá Fólkaflokkinum skilur ikki heilt avgerðina hjá fyrrverandi partakvinnuni, tí hann kennir einki til eina ósemju.


- Eg skilji ikki heilt avgerðina. Hon sigur at hon er samd við stevnumiðunum, og tað hevur ikki verið nøkur ósemju um valskránna, so eg havi eitt sindur ilt at skilja hvat tað er, ið hon er ónøgd við. Hon hevur ikki nevnt nakað ítøkiligt, ið skal broytast.


- Vit hava hvat eitt gott samstarv og bakka hvønn annan upp síðsta valskeið. Hon hevur verið ein fantastiskur góður politikari fyri flokkin og tað fer hon helst eisini at verða framyvir fyri ein annan flokk. 


Spurdur um avgerðin hjá flokkinum í valstríðnum, at vera móti eini broyting av hjúnarbandslógini, møguliga hevði sína ávirkan, sigur formaðurin, at tað er tað neyvan, tí har var semja í flokkinum.


- Í etiskum málum eru øll tingfólk frítt stillað. Vit uppfataðu tað, at ongin av okkara valevnum ynsktu at broyta tann kirkjuliga partin av hjúnarbandslógini, men tá tað kemur til tann juridiska partin eru tað ymiskar meiningar. Flestu vilja tryggja tey juridisku rættindini. So tað er neyvan tað, ið liggur til grund fyri avgerðina.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her