Enski búffurin er flaggskipið

- Tað, sum matstovan er serliga kend fyri, er frálíki búffurin, sum vit bjóða, sigur Ingun Poulsen.

 

 


Myndatekstur

Myndatekstur

Tað er Finn Olsen, sum eigur Hotel Bakkan í Vági. Aftrat sær hevur hann Ingun Poulsen, og tá nógv er at gera, hevur hon tvær kvinnur at hjálpa sær. Tá In.fo vitjaði herfyri, vóru tær allar tríggjar til arbeiðis.

Døgurðin var júst liðugur, og tær fingust við at rudda tað seinasta av.

Á Hotel Bakkanum hava tey døgurða hvønn dag, eisini í vikuskiftinum, tá vanligt er, at serliga ítróttarfólk koma inn á gólvið at fáa sær ein bita. Tey bjóða ymiskan døgurðamat. Henda dagin, vit vitjaðu, høvdu tey frikadellur, rákost og epli, og dagin fyri høvdu tey svínasteik.

Ingun Poulsen vísir á, at um vikuskiftið, tá roknast kann við ítróttarfólki, plaga tey eitt nú at hava høsnarunga ella grýturætt, sum teimum ungu plagar at dáma.

- Men tað, sum vit serliga eru kend fyri her á hotellinum, er okkara frálíki enski búffur, sum vit fáa nógvar og góðar afturmeldingar um – ja, eg trúgvi neyvan, at betri búffur fæst í øllum Føroyum enn búffurin, sum vit hava í Vági, sigur hon brosandi.

Hon vísir á, at fólk, sum koma á Hotel Bakkan at eta, altíð kunnu bíleggja sær enskan búff við fløtaeplum, bátaeplum og lekrari piparsós – eisini, um onnur matarskrá er júst henda dagin.

- Fólk eru eisini vælkomin at ringja frammanundan, so tey sleppa undan at bíða ein hálvan tíma eftir enska búffinum, sigur Ingun Poulsen.

Tað er ikki grundarlag fyri at hava matstovuna opna vanlig gerandiskvøld, men bæði fríggjakvøld, leygarkvøld og sunnukvøld kunnu fólk keypa fleiri sløg av pizza, høsnarunga og kips, fisk og kips, durum, og eisini hava tey eina burgara-menu í vikuskiftinum.

- Vanliga lata vit upp klokkan 17 í vikuskiftinum, og tá er vanliga opið til klokkan 22, um fólk eru so leingi, sigur Ingun Poulsen.

Tað eru dagar, har nógv fólk sita við døgurðaborðið á Hotel Bakkanum í Vági. Her er pláss fyri umleið 80 fólkum í senn, og onkran dagin herfyri sótu 60 fólk til borðs.

- Vit plaga at siga, at døgurðin er millum klokkan 12 og 13.30, men ringir onkur, tí júst henda løtan ikki passar so væl, plaga vit altíð at finna út av einari loysn, sigur Ingun Poulsen.

Myndatekstur