ES harðliga átalað fyri avtalu um trygdarvarðhald av flóttafólki

– Fangar verða skotnir í beinini og bløða í hel. Kvinnur við barn verða bankaðar, so tær kasta burtur og fáa boð um at skola fostrini niður í vesikummuni.


Mynd: Ritzau, Scanpix

Mynd: Ritzau, Scanpix

Fleiri nýggjar frágreiðingar lýsa andskræmiligu viðurskiftini hjá flóttafólki í varðhaldslegum í Libya.

Fangar verða skotnir í beinini og verða lætnir at bløða í hel. Kvinnur við barn verða bankaðar við vatnslangum og fáa elektriskan stoyt, so tær kasta burtur og fáa boð um at skola fostrini niður í vesikummuni.

Vaktir neyðtaka kvinnur til deyða, og menninir í fangatippunum fáa boð um at tveita líkini úr í oyðimørkina.

Tað er tílíkt, sum sambært fleiri frágreiðingum bíðar flóttafólki, tá libyska sjóverjan við stuðli frá Evropiska Samveldinum tekur tey upp úti á Miðalhavinum og tekur tey í aftur til tað landið, sum tey vóru fús at doyggja fyri at sleppa undan.

Í stríðnum at steðga flóttafólkastreyminum um Miðalhavið hevur ES veitt útgerð og vant – í stóran mun gjøgnum Italia – libysku sjóverjuna til at forða teim flýggjandi at sleppa um havið.

Sjóverjan beinir tey flýggjandi í varðhaldslegur.

Viðurskiftini í hesum legum eru í ár lýst av millum annað Amnesty International, Læknum uttan Landamørk og Human Rights Watch.

Og hesar varðhaldslegurnar eru sum ein marrudreymur, staðfestir Kenneth Roth, ovasti leiðari fyri Human Ritghts Watch, ein av størstu mannarættindaferlagsskapum í heiminum, í Politiken í dag.

– Tær eru so ræðuligar. Tær eru støðir fyri tvangsarbeiði, kynsligan trældóm, avpressing og píning. Eingin eigur at verða sendur aftur til eina libyska varðhaldslegu, sigur Kennth Roth.

– Og tað er so ræðuligt, at sjálvt ein sum Salvini, sum eru italskur innanríkisráðharri, viðurkennir, at tað er brand ólógligt hjá Italia ella Evropiska Samveldinum at senda nakran aftur til Libya, sigur Roth og heldur fram:

– Tey gera tað óbeinleiðis, sum tey ikki kunnu gera beinleiðis. Tey kunnu ikki lata italsku sjóverjuna taka fólk upp og senda tey til Libya. So í staðin geva tey libysku sjóverjuni pengar og útgerð til at halda flóttafólkunum burtur. Tað er tað sama, men gjørt óbeinleiðis í staðin fyri beinleiðis, sigur hann við Politiken.

 

/ritzau/

Mynd: Ritzau, Scanpix

Mynd: Ritzau, Scanpix

Mynd: Ritzau, Scanpix