Esvagt-maðurin deilir við síni børn

- Henning G. Kruse er 78 ár. Hóast sín aldur, er hann væl fyri. Men, tað er heilt náttúrligt, at hann saman við børnum sínum nú ger hetta, sigur advokatur.


 

Miljóningurin í oljuvirksemi í Esbjerg, Henning G. Kruse, hevur framt eitt ættarliðsskifti, sum tað verður rópt, og hetta merkir, at 80 miljónir krónur fara til hvørt av nýggju holdingfeløgunum hjá børnum hansara. 

Henning G. Kruse er ein av tíðarinnar størstu vinnulívsmonnum í Esbjerg, og hann er vorðin fleirfaldur miljóningur í oljuvirksemi. Hann stovnaði fyrst Esbjerg Oilfield Service og seinni saman við tveimum øðrum eisini Esvagt.

Sambært www.jv.dk, sum eisini eigur viðheftu mynd av Henning G. Kruse, er talan um ættarliðsskifti í felagnum, Henning G. Kruse Holding A/S. Advokaturin, Peter Kirk Larsen, hevur havt ein týðandi leiklut í at fremja skiftið, og sjálvur er hann eisini vorðin nevndarformaður í øllum trimum feløgunum.

Heimasíðan skrivar, at ættarliðsskiftið er framt yvir eitt áramál, har børnini hjá Henning G. Kruse, Marianne Kruse og Lars Kruse - aftrat munandi vinningsbýti - leypandi hava fingið partabrøv í holdingfelagnum.

Nýggja felagið hjá Henning G. Kruses hevur eins og gamla felagið navnið, Henning G. Kruse Holding A/S. Í leiðslu felagsins sita Henning G. Kruse, sum er stjóri og Peter Kirk Larsen, sum er nevndarformaður.

Felagið hjá soninum, Lars Kruse, hevur fingið navnið IN-Vest A/S og felagið hjá dóttrini, Marianne Kruses, hevur fingið navnið Marianne Kruse Holding A/S. 

Børnini bæði áttu hvør síni 30 prosent í holdingfelagnum, meðan Henning G. Kruse sjálvur átti tey 40 prosentini.  Við deilingini, sum nú er farin fram av gamla holdingfelagnum, eiga tey trý nú í staðin 100 prosent í hvør sínum holdingfelag.

Ognirnar í fyrrverandi Henning G. Kruse Holding A/S eru soleiðis deildar millum trý nýggj feløgini, og her er serliga talan um partabrøv og pengar. Nýggju feløgini verða eisini saman um at reka fyritakssemi, sum framvegis er í gamla felagnum.

- Í dag er Henning G. Kruse 78 ára gamalur. Hóast sín aldur, er hann væl fyri. Men, tað er heilt náttúrligt, at hann saman við børnum sínum nú ger hetta. Hann letur burtur av sínum vælriknað virksemi til síni børn, sum við hesum bera arvin víðari, sigur advokaturin, Peter Kirk Larsen.