Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 10.09.2015 (05:45)

Eygleiðing: Annika Olsen fer í Framsókn

– Úrslitið hjá Fólkaflokkinum á løgtingsvalinum kann ikki tulkast øðrvísi enn at tey, sum stuðla leiðslu floksins og førda politikkin, vunnu valið, meðan liberali vongurin fall

 

Tað segði Annika Olsen í fráboðanini í gjár, tá hon kunngjørdi, at hon hevur meldað seg úr Fólkaflokkinum.

 

Og júst tað, at Annika Olsen nevnir, at »liberali vongurin fall« bendir á, at hon er á veg í Framsókn. Poul Michelsen fór úr Fólkaflokkinum við m. a. júst somu grundgeving, at Fólkaflokkurin ikki er ein liberalur flokkur – so sum hann í sínari tíð varð stovnaður uppá.

 

Enn er eingin fráboðan komin frá Anniku Olsen um, hvaðar hon ætlar sær. Men skuldi hon farið í tingbólkin hjá Framsókn, so merkir tað, at Framsókn hevur tríggjar tinglimir, meðan Fólkaflokkurin hevur fimm.

 

Men Annika Olsen kemur ikki upp á tal, sum landsstýriskvinna fyri Framsókn. Tí skuldi hon tað, so merkir tað, at hon má biða um farloyvi frá løgtinginum, og tað merkir, at boð verða eftir Joen Magnus Rasmussen sum føstum varamanni hennara. Hann er nummar sjey á listanum hjá Fólkaflokkinum við 278 atkvøðum.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her