fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.4m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 22.01.2015 (13:29)

Fáið kvinnurnar heimaftur

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, spyr Johan Dahl, landsstýrismann, um kvinnutrot og javnstøðupolitikk í Føroyum.

 

Í apríl 2013 varð ein heildarætlan um fólkaflyting og fólkavøkstur løgd fram. Í henni stóð at lesa, at tað í 2011 vóru 2.155 færri kvinnur enn menn í Føroyum í aldrinum 0-59 ár.

 

Lønarmunurin er eisini stórur millum kvinnur og menn, og hann heldur áfram at vaksa. Sambært Hagstovuni, so vóru lønarútgjaldingarnar 412 mió. kr. størri í 2014 enn í 2013, av hesum fóru 319 mió. kr. til menn, og kvinnurnar fingu 93 milliónir burturav. Sostatt vuksu lønarútgjaldingarnar hjá monnunum 7,3% og hjá kvinnunum 3,3%.

 

Eyðgunn Samuelsen spyr nú Johan Dahl, landsstýrismann, um ein greining verður gjørd av orsøkunum og avleiðingunum av kvinnutrotinum í Føroyum, við tí fyri eyga at orða ein javnstøðupolitikk, eins og heildarætlanin mælir til.

 

Mælt verður til, at greiningararbeiðið tekur støði í einari kanning av trivnaðinum og viðurskiftunum hjá føroyskum kvinnum. Viðgerðin eigur haraftrat at kanna viðurskifti í mun til arbeiðsmarknað og umboðan og vald. 

 

Hóast ávís vitan fyriliggur um trivnað hjá kvinnum í útjaðarum, mælir arbeiðsbólkurin til, at ein miðvís greining verður sett í verk. Greiningararbeiðið skal vera grundarlag undir at finna loysnir, sum kunnu tryggja, at fleiri kvinnur ynskja at venda aftur ella vera verandi her á landi, og harum­framt vera grundarlag undir at gera og fremja ein javnstøðupolitikk.

 

-          Longu í røðu løgmans á ólavsøku 2013 verður sagt um hetta mál: ”Leikpartabýtið millum kvinnur og menn í Føroyum er siðbundið eins og í øðrum útjaðarasamfeløgum. Føroyar hava eitt stórt kvinnutrot, og tað er stór avbjóðing. Sjøtul er settur á arbeiðið at gera ein javnstøðupolitikk, har fyrilit serliga verður tikið fyri viðurskiftum, ið eru tengd at arbeiðsmarknaðinum.” Tí kann tað undra, at hetta arbeiðið enn ikki er framt, nú vit eru í 2015, og tí hesar spurningar, skrivar Eyðgunn Samuelsen í viðmerkingunum til spurningarnar.

 

 

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1)        Er arbeiðið at greina avleiðingar og orsøkir til, at kvinnutrotið í Føroyum, byrjað, so sum heildarætlanin mælir?

2)        Um ja, hvussu er hetta arbeiðið skipa?

3)        Er tað rætt, at hetta arbeiðið fer at taka 1 til 1½ ár, sum landsstýrismaðurin hevur boðað frá áður?

4)        Hvat er orsøkin til drúgvu tíðina?

5)        Er nøkur evsta freist sett fyri, nær arbeiðið skal vera liðugt?


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her