Fekk fongsul í hálvtannað ár fyri neyðtøku

– Men hann sleppur undan at sita

Føroya Rættur

Føroya Rættur

Ein ungur maður er dømdur at hálvtannað árs fongsulsrevsing fyri neyðtøku og annan kynsligan ágang ímóti eini kvinnu.

Tað var seint seinasta summar, at hann neyðtók eina unga kvinnu, sum hann kendi frammanundan. Talan er um tað, sum nevnist neyðtøka í parlagi.

Tilburðurin varð meldaður, og síðani hevur maðurin verið í Føroya Rætti, har hann varð dømdur at sit í hálvtannað ár.

Linda Hesselberg, varafúti, sum var ákæri í málinum, sigur kortini, at maðurin sleppur undan at sita dómin, tí dómarin gjørdi- heilt undantaksvís- dómin treytaðan.

Orsøkin til tað er, at maðurin var ungur, hann er fyrst í tjúgunum, og at hann annars hevur góð persónlig viðurskifti. Men so varð dentur eisini lagdur á, at støða hansara ímóti kvinnuni aftan á neyðtøkuna, bendir á, at hann tykist at hava tikið við læru av tí, sum var hent.

Men treytin er, at ger hann nakað ólógligt aftur hesi næstu tvey árini, verður hesin dómurin eisini settur í verk.

Ákærin sigur, at hinvegin skal maðurin eisini gera samfelagstænastu í  240 tímar, umframt at hann skal rinda kvinnuni 40.000 krónur í endurgjaldi.

Enn er støða ikki tikin til um dómurin verður skotin inn fyri landsrættin.

Føroya Rættur