Leita á in.fo

Fíggjarleiðarin á Strandferðsluni, Hans Petur Joensen, fekk 13. august ætlanarskriv um uppsøgn

Jón Brian Hvidtfeldt 22.08.2014 (13:56)

Fíggjarleiðarin offraður

Skjótt fyrrverandi fíggjarleiðarin á Strandferðsluni váttar at hava fingið hoyringsskriv um uppsøgn.

 

Uppsøgnin er dagfest 13. august, tað er mikudagin í síðstu viku. Hoyringsskrivið varð latið honum dagin fyri at stjórin á Strandferðsluni fór á fund í Tinganesi at greiða leiðandi samgongupolitikarum frá støðuni á stovninum.

 

– Ja, eg kann bara vátta, at eg eri sendur heim við hoyringsskrivi um uppsøgn. Skrivið er dagfest 13. august og eg havi 14 dagar at gera viðmerkingar, sigur Hans Petur Joensen.

 

Higartil hevur fíggjarleiðarin ikki gjørt nakað burtur úr at svara hoyringssvarinum, og Hans Petur Joensen sigur seg ivast í, um hann yvirhøvur fer at gera nakað.

 

– Nei, sum støðan sær út í løtuni rokni eg ikki við at koma við nøkrum hoyringssvari. Eg bara bíði, sigur Hans Petur Joensen, sum er sendur til hús, samstundis sum stjórin á Strandferðsluni er farin at ganga ígjøgnum allar rakstrarkonti, áðrenn hann í næstum fer at biðja landsstýrismannin í vinnumálum fara í løgtingið eftir eini eykajáttan.

 

Tá tað stóð greitt, at játtanin til Strandferðsluna fyri 2013 ikki fór at halda, boðaði Hans Petur Joensen í vetur Fíggjarnevndini hjá løgtinginum frá støðuni á stovninum. Tað gjørdi fíggjarleiðarin uttan um sín stjóra, sum í kjalarvørrinum av málinum varð sendur til hús. Grannskoðaði roknskapurin fyri 2013 vísti seinni eitt undirskot á 4,4 milliónir krónur í mun til játtanina.

 

Í mai komu løgtingsgrannskoðararnir við hvøssum viðmerkingum til roknskapin hjá Strandferðsluni fyri 2013. Atfinningarnar peikaðu ikki minst móti landsstýrismanninum í vinnumálum, sum varð lagdur undir at vera alt ov passivur í málinum. Víst varð á, at Johan Dahl ikki kunnaði løgtingið ella bað løgtingið um eykajáttan, hóast hann sambært løgtingsgrannskoðarunum var vitandi um, at játtanin til Strandferðsluna fór ikki at halda. Landsstýrismálanevndin er síðani farin at kanna hesi viðurskifti.

 

Hóast hann ikki ynskir at fara í smálutir, so sigur Hans Petur Joensen seg tó kunna staðfesta, at framvegis er ikki samanhangur millum játtan og rakstur á Strandferðsluni.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her