Áki Bertholdsen 28.08.2014 (07:23)
Fimm døglingar lagt beinini í Hvalba
Tá ið hvalbingar komu á føtur í morgun, varnaðust teir, at fimm døglingar høvdu svomið seg upp á turt, beint við bryggjuna á Bíargarði. Tað er rættiliga sjáldsamt at so nógvir døglingar leggja beinini ísenn.
Døglingarnir eru avlívaðir og tiknir upp á bryggjuna, har teir vera skornir upp beint nú. Døglingar verða skiftir til fólkið í kommununi.
Hvalbingar siga, at økið rundan um har, teir skera upp, er avbyrgt sum arbeiðsøki, har er vaktarhald, so at eingin, sum ikki hevur við málið at gera, sleppur inn um.
Umboð fyri Sea Shepherd hava annars staðið trúliga á Kolavegnum í Hvalba og hildið vakt, bæði nátt og dag. Men har er púra einki hent alla hesa tíðina, tey hava verið her, so tað hevur helst verið nakað langligt hjá teimum.
Og hvalbingar, sum koyrdu framvið teimum í nátt, siga, at tá sótu tey í bilinum og svóvu.
Tey hava annars verið á vegnum omanfyri har døglingarnir verða skornir upp, men tey vóru bara eina lítla løtu, áðrenn tey hvurvu aftur, siga hvalbingar.
|
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
Mest lisið
Stormurin hevur tikið takplátu og vindeyga |
|
Ísklæddir inn at landa |
|
Skjótt lata fýra nýggj matstøð upp í Havn |
|
Kolandi stormur - bingja fokin í bátahylin í Vági |
|
Føroyingur fingið altjóða virðisløn |
|
Frá Føroyaflokkinum til kannabisflokkin |
|
Vandi á ferð við Vestaru Bryggju í áðni |
|
Milliónir eru horvnar |
|
Nú er greitt mark ímillum eitt deyðføtt barn og fosturlát |
|
Her verður nógvur vindur í kvøld |
|
Nú er løgreglan stúrin |
|
Ann Fuglø í nýtt starv |
|
Føroyskur fótbóltsspælari vil ikki møta í máli um neyðtøku |
|
Stormur: Her eru ringastu koyrilíkindini beint nú |
|
VFF Cup: NSÍ, B36, TB og AB hava vunnið sínar dystir |
|
Almennur bygningur verður 20 milliónir dýrari |
|
- Føroyar mangla ein liberalan flokk |
|
Bilur fór út av vegnum í Kollafirði |
|
Sjálvkritisk og fer eftir góðsku |
|
Vil í kríggj ímóti rúsevnasmugling |
|
Ætlar at fáa tvey ára útbúgving í landbúnaði í Føroyum |
|
Sørvágur eigur ongan góðan |
|
FSF aðalfundur: Tey stóru vunnu á teimum lítlu |
|
Hóttanarbræv greinað av serfrøðingi |
|