Finnar velja kós í dag

Høgrapopulistar kunnu gerast næststørsti flokkurin í Finnlandi


Mynd: Ritzau Scannpix

Mynd: Ritzau Scannpix

Finnar velja í dag hvør skal manna finska tjóðartingið tey næstu fýra árini. Og sambært seinastu veljarakanningini hjá finska kringvarpinum Yle, verður tað allarhelst finski Javnaðarflokkurin, ið verður stóri vinnarin í dag.

Javnaðarflokkurin fær sambært kanningini 19 prosent av atkvøðunum. Talan er um eina framgongd á 2,5 prosentstig frá seinasti vali.

Nummar tvey í veljarakanningini er høgrapopulistiski flokkurin Sannfinnarnir, ið fær 16,3 prosent. Hóast flokkurin stendur til at gerast næststørsti flokkurin á valinum, er talan um eina afturgongd á 1,4 prosent frá seinasta vali.

Sannfinnarnir skipaðu eftir síðsti vali stjórn saman við mið- og høgraflokkunum, men bleiv flokkurin koyrdir úr samgonguni í 2017. Sambært veljarakanningini eru tað tó gomlu samgongufelagarnir, ið flest veljarar venda bakið.

Flokkurin hjá forsætisráðharranum, Miðflokkurin, fær sambært veljarakanningini einans 14,5 prosent av atkvøðunum, ið er ein afturgongd á 6,6 prosentstig, meðan samstarvsfelagin, Samlingsflokkurin, fær 15,9 prosent at atkvøðunum, ið er 2,3 prosentstig minni enn fyri fýra árum síðan.

Teir Grønu fær 12,2 prosent, meðan restin av flokkunum fáa undir 10 prosent av atkvøðunum, sambært veljarakanningini hjá Yle.

Sambært Politico.eu eru fleiri møguleikar hjá Javnaðarflokkinum at skipa stjórn eftir valið. Greitt er tó, at tað neyvan verður við Sannfinnunum, ið hvørki høgra ella vinstra flokkarnir ynskja at samstarva við.

Hinvegin verður mett, at Javnaðarflokkurin kann skipa stjórn við teir Grønu og Vinstra, men at møguleiki eisini er at velja millum núverandi stjórnarflokkarnar Miðflokkin og Samlingsflokkin.

Tilsamans skulu umboð veljast til 200 sessir í tjóðartingum, harav Áland eigur eitt umboð.   

Mynd: Ritzau Scannpix