Leita á in.fo

Jóannes Hansen 28.01.2016 (11:11)

Fleiri enn 5000 í Klaksvík

Húsa kommuna, sum fevnir um bygdirnar Húsar og Syðradal, verður á nýggjárinum partur av Klaksvíkar kommunu. Formliga staðfestingin verður á býráðsfundi í Klaksvík í kvøld klokkan 17.30. Bygdaráðið í Húsa kommunu hevur samtykt at leggja saman við Klaksvíkar kommunu.

Longu í hesum árinum fara kommunurnar at samstarva sum ein kommuna, og á kommunuvalinum í heyst fara borgararnir í Húsa kommunu at atkvøða til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu.

 

Sambært upplýsingum frá Hagstovuni, so fer fólkatalið í Klaksvíkar kommunu upp um fimm túsund, tá ið Húsa kommuna verður partur av Klaksvíkar kommunu. Síðsta uppgerðin á hagstovan.fo, sum er frá november 2015, sigur, at fólkatalið í Klaksvíkar kommunu nú er 4.970. Á Húsum búgva 36 fólk og á Syðradali seks fólk. Harvið er fólkatalið í Klaksvíkar kommunu og Húsa kommunu tilsaman 5.012 fólk.

Í Klaksvík búgva 4692 fólk, í Svínoy 26 fólk, í Árnafirði 54, á Norðoyri 96, í Ánunum 59, í Mikladali 28 og á Trøllanesi 15 fólk.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her