Leita á in.fo

Danjal av Rana 14.09.2014 (09:45)

Føroya næst besta fornminni

Eitt av væl vitjaðu støðunum í Sunda kommunu eru Dúvugarðar í Saksun.

 

Dúvugarðar eru eitt av gomlu festunum í bygdini og tað eru gomlu festihúsini, sum í dag eru eitt fornminnissavn. Vanliga er opið um summarið og annars fyri ferðafólkabólkum eftir avtalu.

 

- Onkur hevur kallað hetta Føroya næst besta fornminni, sigur Jóhan Jógvansson, bóndi, ið er festari á Dúvugørðum, eftir Kirkjubømúrin á fyrsta plássi.

 

- Festihúsini eru fullkomiliga so sum fólk livdu tá. Fjósið, gamla roykstovan, roykstovan og glasstovan eru elstu partarnir av húsinum. Síðani kom ein nýggj stova, sum prestur búði í, greiðir Jóhan Jógvansson frá.

 

Sambært søvnum landsins, so er innrættingin í húsunum frá 1820.

 

- Óvissa er um, hvussu gomul húsini eru. Alment verður sagt at tey eru 200 ára gomul, men fólk her í Saksun vilja vera við, at elsti parturin av húsunum eru um 300 ára gamal, sigur Jóhan Jógvansson. Hann greiðir frá, at ein eldri búseting var í bygdini, men at fólkini fluttu higar, av tí at tey vóru bangin fyri áarlopi.

 

Jóhan Jógvansson veit ikki neyvt at siga, hvussu nógv vitjandi eru á Dúvugørðum, men okkurt árið hevur talið verið um 6000. Hann sigur, at tað eru alsamt færri stakvitjandi og fleiri bólkar, ið støkka inn um á Dúvugørðum. Serliga er tað, tá ferðamannaskip liggja í Havn ella í Klaksvík, at bólkar av ferðandi koma.

 

Undir mentanarvikuni í Sunda kommunu er opið á Dúvugørðum hósdagin 18. septembur frá klokkan 14:00 til 18:00.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her