Føroyar eitt valstað færri

Landsstýriskvinnan í innlendismálum hevur strikað eitt valstað

Íbúgvarnir í Haraldssundi fáa ein sindur longri veg til valhølini á næsta løgtingsvali. Landsstýriskvinnan í innlendismálum, Sirið Stenberg, lýsti í gjár eina kunngerð, ið strikar Haraldssund yvir valstøð til løgtingsval. Í staðin skulu veljararnir, ið higartil hava atkvøtt í Haraldssundi, greiða atkvøðu í Kunoy.

- Í skjali til løgtingslógina verður valstaðið Haraldsund strikað. Kunoy verður valstað fyri bygdirnar Haraldsund og Kunoy, verður staðfest í kunngerð nr. 72 frá 14. mai 2019.
Sirið Stenberg hevur undirskrivað kunngerðina, ið fær gildið dagin eftir, at hon bleiv kunngjørd. Tað vil siga í dag.

Til seinasta løgtingsval høvdu 51 persónar atkvøðurætt í Haraldssundi harav 45 vóru á vali. Í Kunoy høvdu 52 persónar atkvøðurætt og vóru 47 av teimum á vali.

Hilmar Høgenni, deildarstjóri í Heilsu- og Innlendismálaráðnum upplýsir, at broytingin er gjørd eftir áheitan frá Kunoyar kommunu um at strika Haraldssund sum valstað.

Seinast ein broyting bleiv framd í valstøðum var í 2013, tá Innlendismálaráðið strikaði Gásadal og Bø sum valstøð til løgtingsval. Íbúgvarnir har velja nú í Sørvági. Í 2014 bleiv sama broyting lýst í samband við val til fólkatingsval.

Heilsu- og Innlendismálaráðið hevur verið í samband við donsku myndugleikarnar um at gera somu broyting til fólkatingsvalið. 

- Tann broytingin verður eisini framd í donsku lógini, men nú er so stutt til fólkatingsval, at tey náa ikki at gera broytingina áðrenn valið, sigur Hilmar Høgenni. 

Sostatt sleppa veljararnir í Haraldssundi eina síðstu ferð á val í heimbygdini.