fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.2m/s

Leita á in.fo

Jóannes Hansen 28.04.2003 (10:31)

Føroyar hóraðu undan kaspiska álopinum

FØROYAR?KASAKSTAN

Føroyar vunnu sunnudagin 3?2 á fjarskotnu gestunum, sum vóru komnir úr Kasakstan við Kaspiska havið og á Svangaskarð. Talan var um trettanda sigurin í 85 landsdystum. Í miðal hava Føroyar vunnið eina ferð, hvørja ferð liðið hevur spælt seks dystir.
Tí eigur úrslitið sunnudagin í sær sjálvum at vera at fegnast um. Fyrsta lítla tíman tóktist tað sum um, at talan fór at verða um metstóran sigur, men soleiðis tørnaði tað ikki út. Heldur var talan um tepran sigur, sum síðstu løtuna kundi havt gloppið føroyska liðnum av hondum. Tað hevði verið harmuligt, tí tað var eyðsýnt, at ein partur av frágreiðingini uppá, at munurin gjørdist nógv knappari, enn gongdin fyrstu løtuna bendi á, var, at føroyski venjarin famdi nógvar útskiftingar.
Tað er at fegnast um, at fleiri spælarar verða hildnir til, og í so nógvar mátar er tað skilagott, at spælarar, sum fáa boð, sleppa at royna seg og harvið fara undir royndararbeiðið, sum er so týdningarmikið, um ungir spælarar skulu mennast til framtíðar landsliðsspælarar.
Í útgangsstøðuni var talan um skert lið ella b lið. Í 2. hálvleiki vórðu seks útskiftingar framdar, og harvið broyttist liðið so at siga til eitt c lið. Men hóast nógvu útskiftingarnar, so var tað eitt sindur illa avstað farið, at vandin fyri at 3?0 leiðslan skuldi broytast til 3?3 ikki var heilt lítil.
Eitt korter var farið, tá ið Kasakstan misti ein mann, og tí átti tað at verið lítið fyri hjá heimaliðnum at varðveitt bóltin í 2. hálvleiki og harvið at avmarkað álopsspælið hjá mótstøðumonnunum, men tað eydnaðist ikki. Heldur var tað Kasakstan, sum síðsta hálva tíman var so mikið nógv við til at mynda spælið og at seta dagsskránna, at tú kendi teg noyddan at telja, um tað nú vóru bara tíggju bláir fremmanda menn og ellivu hvítklæddir heimamenn á vøllinum.
Ikki tí at mótstøðumenninir vóru so skjótir, bólttryggir og hugflogsríkir, sum spælarar úr gomlu sovjetisku londunum hava verið. Men heldur tí teir áttu einstakar góðar spælarar, og tí at føroyska liðið ikki hekk saman sum ein eind.

Knípti við skiftunum
Jákup á Borg átti 1?0 málið. Eitt korter var farið, tá ið hann sendi fyrsta horna úr vinstru. Lotið stýrdi bóltinum dygst undir tværtræið í handara borðinum. Miðvallarin Skorihh kendi seg noyddan at bjarga við hondini, og íslendski dómarin peikaði á ellivu metra blettin, hagani Jákup á Borg var tryggur, og spælið varð ikki tikið uppaftur fyrrenn útvísti maðurin var farin undir tak.
Eftir útvísingina og leiðslumálið høvdu føroyingar takið. Hjalgrím Elttør hevði størri møguleika, enn hann hevði ímóti Oliver Kahn í fjør. Hann spældi álopsfelagan John Petersen í vinstru, og Hjalgrím var fyrstur á flata innlegginum við nærra stólpan, men bólturin fór skeivu megin uppstandaran.
Unglingaspælarin Jan Ingi Petersen var í sínum fyrsta a landsdysti snaringspunkt um nógv av framrættaða spælinum, hann vann nógvar nærdystir, og hann fann væl saman við liðfelaganum Fróða Benjaminsen. Men viðhvørt gekk tað ikki nóg skjótt, tá ið møguleikin var til staðar at yvirspæla. Tempomissir høvdu við sær, at uppløgdu møguleikarnir at skifta síðu ikki vórðu nýttir, og lotið gjørdi, at tað var lættari sagt enn gjørt at leggja langar og neyvar sendingar.
Mótstøðumenninir sprellaðu eitt sindur fyrstu løtuna, men sum heild tóktust teir fjáltursstungnir í ókenda umhvørvinum, og teir fingu frammaná, tá ið teir so skjótt mistu ein mann.
At føroyingar ikki fingu mál, men bara næstan støður og okkurt hornasparkið órógvaði, sum hálvleikurin leið, og løtan við lotinum ímóti nærkaðist. Tí kom tað sera væl við, tá ið gott síðuskift og uppspæl í síðsta álopinum undan steðginum bar mál við sær. Talan var so at siga um endurtøku av málinum ímóti Skotlandi í fjør. Jákup á Borg sendi innfyri úr høgru, og John Petersen stútaði sannførandi í kassan.
Stutt eftir steðgin økti Heðin á Lakjuni til 3?0. Innskifti Julian Johnsson fór sum ein rakett ígjøgnum í vinstru, hann sletti bóltin til Hjalgrím Elttør, ið stýrdi víðari í brotsteigin til Heðin á Lakjuni, sum hegnisliga sendi upp í nettakið.

Skiftingarnar órógvaðu
Kasakstan spældi fyri lívinum í 2. hálvleiki. Teir skiftu út, og serliga Nurbol Gjumaskaliýev var eyðsýndur, tá ið hann beint eftir steðgin kom inn og setti sín serliga dám á framrættaða partin.
Mótstøðumenninir arbeiddu nógv, støðugt broytta føroyska liðið hevði ilt við at finna røttu plaseringarnar, uppbakkingarnar vóru ikki nóg góðar, og skeivar sendingar vóru orsøk til mótstøðuálop.
Eftir óneyðugt hornaspark úr vinstru skoraði innskifti Lunøv úr stuttari fjarstøðu til 3?1 í 56. minutti. Onkrar aðrar vandamiklar støður vóru, og tá ið miðvallarin í høgru Mukánov eftir horna, út á miðjuna og inn ímóti brotsteiginum aftur smekkaði langskot í kassan, var fjáltur á. Tá var eitt korter eftir.
Men hóast mótstøðumenninir stóðu til at javna, og hóast fleiri av føroysku monnunum ikki spældu tað í 2. hálvleiki, sum teir høvdu víst í fyrra umfarinum, so megnaðu teir at fara av vøllinum sum sigursharrar. Tað høvdu teir hóast skinklingina í pørtum av seinna umfarinum uppiborið.
Seinna álopið eystan Ural fjøllini verður á Tórsvølli í kvøld, og tað skal vera undarligt, um føroyingar ? við styrki úr Noregi, Danmark, Onglandi og HB monnum, sum hava verið í Íslandi, ikki aftur enda omaná. Men Kasakstan minsti sunnudagin eina ferð enn á, at einki kemur av sær sjálvum. Heldur ikki um mótstøðuliðið er undirmannað.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her