Føroyingar kappast um bronsuna í donskum flogbólti (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við Bárð Bendix Mikkelsen, venjara hjá Marienlyst og Evu Winther Nagata hjá Elite Volley Århus (EVA)


TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr flogbóltssamrøðurnar, ið flogbóltsreportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen gjørdi á FM1 seinnapartin.

 

Óli G. Samuelsen prátaði við tveir føroyingar sum eru í stríðnum um at vinna bronsuheiðursmerki í bestu donsku flogbóltsdeildunum.

 

Óli G. Samuelsen prátaði við Bárð Bendix Mikkelsen, venjara hjá Marienlyst, ið vann fyrsta bronsudystin 3-1 móti lokala arvafíggindanum, Middelfart. Um Marienlyst vinna á Middelfart í øðrum dystinum sum verður spældur mánakvøldið klokkan 18.30 eru bronsuheiðursmerkini heima. Tíverri er føroyski landsliðsspælarin hjá Marienlyst, Kasper Lorenzen skaddur.

 

Óli G. Samuelsen prátaði eisini við Evu Winther Nagata, ið saman við liði sínum, Elite Volley Århus (EVA) tapti 2-3 móti Køge í fyrsta bronsudystinum á heimavølli. Sunnudagin er dystur aftur í Køge, og tá má EVA vinna fyri at fáa ein triðja og avgerandi dyst í Århus. Dysturin sunnudagin byrjar klokkan 15 sunnudagin.