Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 02.11.2013 (18:34)

Føroyingar vóru okkara einastu vinir

-Tá ið á stóð, hava føroyingar altíð stuðlað okkum.

Tað sigur Bjarni Benediktsson, formaðurin í íslendska Sjávstýrisflokkinum og íslendskur fíggjarmálaráðharri.

 

Hann var gestarøðari á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum og í røðu síni legði hann dent á, hvussu stóran týdning, sambandi ímillum Føroyar og Ísland, hevur.

 

Íslendingar og føroyingar hava eitt heilt serligt samband. Í oktober í 2008 vóru tit okkara einastu vinir og tað hava tit hava altíð stuðlað okkum í okkara svárastu løtum, sigur Bjarni Benediktsson.

 

Hann sigur, at vónar at íslendingar fáa høvi at løna okkum tað aftur.

 

Í Føroyum hevur íslendski fíggjarmálaráðarrin havt fund við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og har staðfestu teir, at teir eru samdir um, at halda Føroyar og Ísland uttanfyri ES.

 

Eg haldi, at Føroyar og Ísland kunnu stuðla hvørjum øðrum í tí sambandinum, sigur Bjarni Benediktsson.

 

- Vit fingu sjálvstýrið fyri meiri enn hálvari øld síðani og vit hava ongar ætlanir um at geva tað frá okkum aftur, segði hann. Hann vísir annars á, at nú gongur av álvara væl aftur í Íslandi og fyri fyrstu ferð í fleiri ár, er gevur fíggjarlógin fyri næsta ár aftur avlop, men tað hevur verið strævið.

 

Inntøkuskatturin í Íslandi er lækkaður og tað er vinnulívsskatturin eisini sum heild.

 

Ætlanin er eisini at skatta hann hesi næstu árini, men tær stóru fíggingarfyritøkurnar hava fingið álagt at rinda hægri skatt.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her