Leita á in.fo

Ann Kristina Svabo Simonsen 10.05.2014 (12:45)

Føroysk ruskíløt á Frigg

Ruskíløtuni ið verða nýtt á Frigg koma frá fyritøkuni Drop Bucket, ið er fyritøkan hjá Heiðu Nolsøe úr Havn. Heiða hevur sjálv sniðgivið ruskspannirnar, ið eru gjørdar úr 80% av endurnýðslutilfari, og tískil kunnu blakast burtur saman við skrellinum.

- Tað er stuttligt at verða til føroysk tiltøk, og skeg at føroyingar stuðla. Vit eru ræðuliga glað fyri at kunna verða her í dag, sigur Heiða.

Í dag er hugskotið voksi somikið, at ruskíløtini eru til flest allar festivalar í Danmark, og eru tískil upptiknar alt summarið. Eisini hava tær fingið ymiskir sponsorar at reklamera á ruskíløtinum, ið tekur hugskotið eitt stig víðari.

- Tað var faktiskt ein verkætlanin eg gjørdi í skúlanum, ið hevur útvikla seg til eina stóra fyritøku í dag, sigur Heiða, ið leggur afturat at hugskoti av fyrstani tíð bert var nakað hon gjørdi til stuttleika, tí hon helt tað manglaði ein loysn til rusk á festivalum.

Steintór Rasmussen, ið er ein av fyriskiparunum av Frigg festivalinum, heldur at ruskíløtini eru eitt frálíkt hugskot.

- Tey grønu endurnýtslu ruskíløtini, eru ein sera góð íverksetan, sum Frigg sjálvandi tekur sera væl ímóti sigur Steintór Rasmussen, ið ynskir Heiðu Nolsøe alt tað besta við hesum frálíka hugskotið.