Føroyskir bussførarar svansa við plasti í íslendsku náttúruni

Ein íslendingur langar eftir føroyskum ferðafólkum og bussførarum, sum ikki taka upp eftir sær

Myndirnar hevur Hjalti Björnsson sjálvur tikið

Myndirnar hevur Hjalti Björnsson sjálvur tikið

Føroyskir bussar hjá HK-bussum koyra javnan túrar í Íslandi við ferðafólkum, sum eru komin til Íslands við Norrønu. Men hetta verður gjørt púra óansvarligt, tí føroysku bussførararnir fara ikki virðiliga við íslendsku náttúruni.

Tað vil íslendski Hjalti Björnsson í øllum førum vera við, sum nú leggur eftir føroyskum bussførarum. Hann hevur gingið ein túr á ferðafólkastaðnum Námaskarði, har hann hevur savnað ein fullan posa saman av bláum plastskóleistum, sum hava liðið og sløðst.

##med3##

Tá hann kom til parkeringsplássið, fann hann kelduna. Har vóru seks bussar, og bussførararnir høvdu givið ferðafólkunum einnýtisplastverju til skógvarnar. 

Hann skrivar á Facebook, at hann spurdi føroyska bussføraran, um hann kundi rudda upp eftir sær, men føroyingurin segði korta nei tvær ferðir.

Bussførarin vísir tó ákærunum aftur, og Smyril Line tekur ábyrgdina - les meira um tað her: Gevast at brúka skóleistarnar

##med2##

 

 

Myndirnar hevur Hjalti Björnsson sjálvur tikið