Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 04.09.2013 (18:10)

Føroyskir menn næstfeitast í norðurlondum

Føroyskir menn eru næstfeitast í øllum Norðurlondum.

 

Tað vísir ein uppgerð frá Landslæknanum yvir heilsustøðuna hjá føroyingum í fjør.

 

Ein partur av frágreiðingini er ein uppgerð, hvussu BMI er hjá fólki I teimum ymsu Norðurlondunum.

 

BMI er eitt mát fyri fiti. Eitt BMI á 18,5 til 24,9 verður mett at vera vanlig vekt, men er tann, sum hevur eitt BMI undir 18,5, er ov rak.

 

Hinvegin er tað ov nógv at hava eitt BMI  ímillum 25 og 30 og tann, sum hevur eitt BMI yvir 30, er feitur.

 

Í heilsulýsingini hjá Landslæknanum eru tøl fyri sjálvfráboðað BMI hjá monnum og kvinnum í Norðurlondum.

 

Tølini eru ikki nýggj, men í 2009 er BMI talið hjá føroyskum monnum næsthægst í Norðurlondum.

 

Uppgerðin vísir, at 22% av føroyskum monnum hava eitt BMI, sum er yvir 30. Íslendskir menn eru feitast, tí har hava 23% av monnunum eitt BMI yvir 30.

 

Klænast eru norskir menn, har 11% av monnunum hava eitt BMI yvir 30 og danskir menn, har 12% av monnunum hava eitt BMI yvir 30.      

 

Annars hava 19% av grønlendskum monnum eitt BMI yvir 30, 16% av finsku monnum og 13% av svenskum monnum hava eitt BMI yvir 30.

 

Tað stendur nakað væl frægari til hjá føroyskum kvinnum.

 

Uppgerðin vísir, at 16% av føroyskum kvinnum hava eitt BMI yvir 30. Hinvegin eru grønlendskar kvinnur nógv feitast, har hava 27% av kvinnunum eitt BMI yvir 30.

 

Best stendur til í Noregi, har bara 8% av kvinnunum hava eitt BMI yvir 30 og í Danmark hava 11% av kvinnunum eitt BMI yvir 30.

 

Annars hava 16% av finskum kvinnum eitt BMI yvir 30, 19% av íslendskum kvinnum og 13% av svenskum kvinnum hava eitt BMI yvir 30.

 

Vigar tú ov nógv?

 

Á leinkjuni niðanfyri ber til at rokna BMI  talið hjá tær út.

 http://bmiberegner.dk


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her