Skøtan Úti í Grøv

Fyrr í vár samtykti býráðið í Klaksvík at skipa størra hylin Úti í Grøv soleiðis, at fiskar kundu vera í honum. Girðingar eru gjørdar um hylin og ein bláur dúkur er lagdur í botnin, so fiskurin sæst betur. Pumpa er løgd  út í sjógvin.

 

Í fyrstu syftu eru fiskarnir, sum Sjómannadagurin hevði í sínum kørum, sleptur út í hylin. Ætlanin er at fáa nakað av fiski afturat.

 

Tað er áhugavert at síggja, hvussu fiskurin skipar seg í torvur, nú tað er munandi rúmligari.

 

Ein stór, vøkur og myndugleikakend skøta svam rættiliga víða umkring í hylinum og kom heilt uppundir vatnskorpuna at vísa seg, eftir ferð síni.

 

Hjaltur Poulsen, sum er ein av monnunum, ið hevur víst fiskunum stóran áhuga og hevur verið við til at útvega fiskin til Sjómannadagin, visti at siga, at Roynkilsi hevði gýtt í kørunum á Varpabrúnni.

 

Eftir ætlan verða fiskarnir í stóra hylinum Úti í Grøv til endan av september. Tí ber til hjá fólki í eina tíð fram at kunna seg við fiskin, eins og barnagraðar, skúlar, stovnar og virki kunnu tað.

 

Síggið fleiri myndir í myndasavninum VIÐ AT TRÝSTA HER