Føroyskir politikarar brúka »svarta« orku

– Sjálvt um málið er einar »grønar Føroyar« í 2030.


Sosialurin hevur spurt allar landspolitikarar, løgtings- og landsstýrisfólk, hvørja privatar orkuloysnir tey hava. Hvussu tey hita sær bústaðin, og hvørja orkukeldu bilur teirra hevur.

Úrslitið er eingi serligt.

– Eingin politikari hevur el-bil.

– Tveir hava hybrid-bil.

– Tveir politikarar hita heim sítt við jarðhita, og tveir hava luft til vatn hitapumpur.

– Nógv teir flestu føroysku politikararnir hita bústað sín við olju og oljufýring, og næstan øll koyra tey við bilum, sum brúka bensin ella diesel.

Sosialurin hevur spurt øll tey 41, sum sita í Løgtinginum og í landsstýrinum. Øll hava svarað – uttan Páll á Reynatúgvu, sum ikki vildi svara spurningunum.

Í Sosialinum í dag er nógv meira um málið, og har ber til at síggja, hvørjar orkuloysnir hvør politikar sær hevur í sínum privata lívi – uttan Páll á Reynatúgvu.

Sosialurin fæst í talgildari útgávu á sos.fo