Heri Simonsen 06.03.2015 (20:30)
Fokusera bara uppá sólarmyrkingina
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við avstralsku Kate Russo, sum býr í Norðurírlandi. Kate Russo er ein sonevndur "Solar Eclipse chaser" - ein persónur, sum vil síggja so nógvar sólarmyrkingar kring heimin, sum møguligt.
Kate er í Føroyum fyri at hjálpa Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn í samband við tey túsindtals ferðafólkini, sum koma til Føroya at uppliva sólarmyrkingina, sum verður um minni enn 14 samdøgur.
Kate undirstrikar, at tað er týdningarmikið, at fólk taka einasta møguleikan, sum býðst í lívum okkara at uppliva eina sólarmyrking í Føroyum. Alt annað eigur at verða lagt til síðis hesa løtuna. Fólk eiga ikki at hugsa um at taka myndir og filma, ella nakað annað. Tað ræður um at fokusera uppá sólarmyrkingina, og tað, sum hendir beint áðrenn.
Kate hevur bara í einum sinni av 18 møguligum havt ringt veður til eina sólarmyrking. Nú vónar hon, at veðurlíkindini verða góð fríggjamorgunin 20. mars.
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
Mest lisið
HB vann VFF Cup aftaná brotssparkskapping |
|
Skjótt lata fýra nýggj matstøð upp í Havn |
|
Kolandi stormur - bingja fokin í bátahylin í Vági |
|
Kristina og Jógvan eru komin í finaluna |
|
Føroyingur fingið altjóða virðisløn |
|
Stríðsval í FSF: Hesir komu í starvsnevndina |
|
Frá Føroyaflokkinum til kannabisflokkin |
|
Vandi á ferð við Vestaru Bryggju í áðni |
|
Milliónir eru horvnar |
|
Nú er greitt mark ímillum eitt deyðføtt barn og fosturlát |
|
Nú er løgreglan stúrin |
|
FSF aðalfundur: Tey stóru vunnu á teimum lítlu |
|
Ann Fuglø í nýtt starv |
|
Føroyskur fótbóltsspælari vil ikki møta í máli um neyðtøku |
|
Stormur: Her eru ringastu koyrilíkindini beint nú |
|
Top Gear vitjaði Haleluja Sofus |
|
Almennur bygningur verður 20 milliónir dýrari |
|
- Føroyar mangla ein liberalan flokk |
|
Bilur fór út av vegnum í Kollafirði |
|
Vil í kríggj ímóti rúsevnasmugling |
|
Sjálvkritisk og fer eftir góðsku |
|
Sørvágur eigur ongan góðan |
|
Hóttanarbræv greinað av serfrøðingi |
|
Kvinna legði Putin í gólvið |
|