Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 24.11.2015 (12:15)

Fólkaflokkurin sigur NEI til samkynd hjúnalag

Fólkaflokkurin fer ikki at atkvøða fyri uppskotinum um at loyva samkynd hjúnalag.

 

Tað staðfestir talsmaðurin hjá Fólkaflokkinum, Jógvan á Lakjuni, nú løgtingið viðgerð uppskotið um at loyva samkyndum at giftast borgarliga.

 

Tey, sum hava lagt uppskotið fram, høvdu vónað, at flokkarnir fóru at lata øll tingfólk atkvøða eftir síni egnu sannføring, og ikki gera hetta til eitt floksmál.

 

Men uppskotið hevur fingið eitt skot fyri bógvin, tí fyri løtu síðani hevur Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, gjørt greitt, at Sambandsflokkurin fer ikki at hjálpa samgonguni burtúr hesum trupulleikanum.

 

Hann heldur, at tað er nettupp kjarnin í málinum, at samgongan er komin í trupulleikar, eftir at hon misti meirilutan, tá ið Sonja Jógvansdóttir, fór úr Javnaðarflokkinum, nettupp tí at samgongan ikki vildi taka samkynd hjúnalag við í samgonguskjalið.

 

Og nú hon roynir samgongan at tryggjað sær framhaldandi undirtøku, men tað fer Sambandsflokkurin ikki at hjálpa teimum við, staðfesti floksformaðurin.

 

Og Jógvan á Lakjuni ger eisini greitt, at Fólkaflokkurin fer ikki at taka undir við hesum uppskotinum.

 

- Vit kunnu ikki viðgera hetta málið, uttan at viðgera sjálvt grundarlagið undir okkara samfelagið. Hjúnabandið hevur altíð verið ímillum mann og kvinnu, og har hava tvey av sama kyni einki at gera, sigur hann.

 

Verður hetta samtykt, verður sjálvt grundarlagið tikið undan samfelagnum, sigur hann. Hetta verður ein mentanarlig kollvelting, sum ongin hevur lýst avleiðingarnar av.

 

Hann vísir á, at ongin hevur tikið børnini upp á tunguna, hóast eingin ivi er um, at ein mamma og ein pápi eru týdningarmiklasta grundarlagið fyri uppalingina hjá børnunum.

 

- Børnini eru tey veikastu av øllum, men ongin tosar um teirra rættindi, tí hetta viðger bara rættindini hjá teimum vaksnu, sigur Jógvan á Lakjuni.

 

 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her