Leita á in.fo

Ann Kristina Svabo Simonsen 13.09.2014 (11:10)

Fólkafundurin met høga luttøku

Komandi leygardag verður fólkafundur í Runavík, og í ár verður tað met-luttøka, bæði av feløgum og básum.

Tað verða 29 einstøk feløg ið luttaka, og heili 40 básar, ið er tann størsta luttøkan nakrantíð.

Fólkafundurin verður bæði fríggjadagin og leygardagin. Fundurin verður hildin í nýggju høllini í Runavík, sum eitur Bylgjan, og hetta er fyrsta tiltaki í høllini.

Hetta er triðja árið at fólkafundur er. Tá ið fólkafundurin fyrsta árið var í Hoyvík, var tað mett at tað vóru 1200 fólk. Árið eftir var fundurin í Klaksvík, og tá vaks tað frá 1200 til 1800 fólk. Sostatt hevur talið á vitjandi voksi á hvørjum árið, og tað vænta fyrireikararnar eisini at tað fer at gera í ár.

- Vit hava øgiliga nógv spennandi á skránni, so vit vænta at tað, eins og undanfarnu árini, verður met-stór undirtøka, sigur Ólavur í Geil, ein av fyrireikarunum av fólkafundinum.

Umframt at allir flokkanir verða við til formannsrunduna leygarkvøldið, verða allir flokkanir eisini umboðaðir á øllum Fólkafundinum.

- Hetta er fyrstu fer at allir flokkanir eru við, so tað ger tiltaki enn meira spennandi, so tað er bara at koma ein túr framvið, sigur Ólavur í Geil.

Mynd: frá fólkafundinum 2013.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her