fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.2m/s

Leita á in.fo

Sjúrður Skaale 10.08.2015 (14:11)

Fólkating og Løgting – annað í senn

Viðvíkjandi míni uppstilling til løgtingsvalið

 

Sjúrður Skaale 

 

Javnaðarflokkurin segði undan fólkatingsvalinum, at tann, sum bleiv valdur, skuldi røkja starvið fulla tíð.

 

Hetta er í samsvari við tær leiðreglur um fólkatingssessin, sum leiðsla floksins hevur samtykt. Har stendur m.a.: "Til tess at fáa sum mest burturúr teimum møguleikum, sum fólkatingssessurin gevur, loyvir Javnaðarflokkurin ikki tí persóni, sum situr á Fólkatingi, samstundis at sita á Løgtingi. Verður sami persónur valdur í bæði tingini, tekur næstvaldi sætið á fólkatingi, tá fyrstvaldi er á Løgtingi."

 

Ein flokkur er ikki einstaklingar, men júst ... ein flokkur. Og flokkurin ger av, hvussu tey einstøku fólkini verða brúkt best, til tess at røkka floksins málum.

 

Tí segði eg undan fólkatingsvalinum, at eg for at stilla upp til Løgtingið, um flokkurin ynskti tað. Tað hevur flokkurin nú heitt á meg um at gera – og tí geri eg tað.

 

Men lyftið sum varð givið undan fólkatingsvalinum skal kortini haldast. Verði eg valdur á Løgting, fari eg tí at taka farloyvi úr Fólkatinginum tá eg eri á Løgtingi. Tá fer so ein annar persónur at vera á Fólkatingi – fulla tíð. Hetta er, sum eg skilji, sama skipan sum hin flokkurin, ið vann ein fólkatingssess í juni, fer at nýta.

 

Eg rokni við at skula brúka mína mestu tíð á Fólkatingi – men heldur ikki tað geri eg av púra einsamallur. Tað er sum sagt leiðslan sum ræður fyri, hvussu hon brúkar síni fólk best - tað verið seg á Løgtingi, í Landsstýri ella á Fólkatingi. Eg kann tí ikki - líka so lítið sum nakar annar - siga júst hvussu og hvar Javnaðarflokkurin brúkar tey fólk, sum verða vald 1. september. Tað veldst eisini í stóran mun um, hvussu úrslitið verður á valinum, og hvør skipar samgongu eftir valið.

 

Tá dustið eftir val-orrustuna hevur lagt seg verður gjørt av, hvør fer at røkja tey vónandi mongu størvini, sum fella flokkinum í lut.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her