Barbara Holm 28.05.2014 (20:15)
– Fólkið einki álit longur
Tað sigur fyrrverandi forkvinnan í Sambandsflokkinum, sum fyri stuttum meldaði seg úr flokkinum, millum annað orsakað av Tollmálinum hjá Jørgeni Niclasen.
Eg havi ikki álit á Jørgen Niclasen, og eg haldi tað var gott fyri Sambandsflokkin, at Helgi Abrahamsen og Reimund Langaard í dag valdu ikki at fylgja boðunum frá løgmanni, sigur Lisbeth L. Petersen.
Fyrrverandi floksforkvinnan hjá Sambandsflokkinum er alt annað enn nøgd við gongdina í tollmálinum – og serstakliga leiklutin hjá Sambandsflokkinum í hesum máli.
– Kaj Leo Holm Johannesen er jú formaður í Sambandsflokkinum, og hann eigur at tora at stýra flokkinum eisini, sigur Lisbeth L. Petersen.
Hon vísir á, at hetta tollmálið, sum seinastu mánaðirnar hevur skapt stóra politiska órógv í Føroyum, ikki er eitt mál, sum Sambandsflokkurin skal hava ábyrgdina av.
– Fólkið hevur einki álit á politisku skipanina longur, og sambandsfólk mugu hugsa um Sambandsflokkin og ikki føra fólkaflokspolitikki, sigur Lisbeth L. Petersen í kvøld.
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
Mest lisið
Hava bíðað í yvir 30 ár – Men nú verður tað |
|
Stormurin hevur tikið takplátu og vindeyga |
|
Ísklæddir inn at landa |
|
Skjótt lata fýra nýggj matstøð upp í Havn |
|
Kolandi stormur - bingja fokin í bátahylin í Vági |
|
Glasir brúkar 800 litrar av olju – um dagin |
|
Føroyingur fingið altjóða virðisløn |
|
Frá Føroyaflokkinum til kannabisflokkin |
|
Firtin viðhaldsfólk savna pening til Pippi |
|
Vandi á ferð við Vestaru Bryggju í áðni |
|
Milliónir eru horvnar |
|
Her verður nógvur vindur í kvøld |
|
Nú er greitt mark ímillum eitt deyðføtt barn og fosturlát |
|
DMI boðar frá ódn í nátt |
|
HB roynir nýggjan áleypara |
|
Føroyskur fótbóltsspælari vil ikki møta í máli um neyðtøku |
|
Stormur: Her eru ringastu koyrilíkindini beint nú |
|
Her er munurin á kynsligum samleika og kynsligari sannføring |
|
Almennur bygningur verður 20 milliónir dýrari |
|
- Føroyar mangla ein liberalan flokk |
|
Nú er løgreglan stúrin |
|
Bilur fór út av vegnum í Kollafirði |
|
Ann Fuglø í nýtt starv |
|
Sjálvkritisk og fer eftir góðsku |
|