Forsetin vildi heilsa uppá føroyingarnar í Liberia

Tríggjar føroyskar kvinnur eru farnar til Liberia í sambandi við verkætlan hjá Føroysku Barnahjálpini


 

Tríggjar kvinnur frá Føroysku Barnahjálpini eru farnar ta longu leið til Monrovia í Liberia í sambandi við verkætlan hjá Barnahjálpini.

Tær eru Rúna Sivertsen, Andrea Niclasen og Charlotta Á Váli Olsen, og tær fóru úr Føroyum til Keypmannahavnar hósdagin og flugu víðari til Liberia fríggjadagin.

Tær hava longu upplivað nógv, síðan tær komu, og hava fingið ógvuliga góða móttøku. Longu á fyrsta degnum fingu tær selskap av ongum øðrum enn forsetanum í Liberia. Hann hevði hoyrt, at føroysku kvinnurnar vóru komnar higar at hjálpa børnum, og tí gjørdi hann av at heilsa uppá tær. 

##med3##

- Brádliga kom róp í, at forsetin var á til hotellið, her vit búgva. Tá eg royndi at taka myndir, kom ein av vaktarmonnum hansara og segði, at tað mátti eg ikki, men í tí sama kom ein annar vaktarmaður og segði, at forsetin bjóðaði okkum at taka myndir saman við sær, greiðir Rúna Sivertsen frá.

Forsetin, sum eitur George Weah, er kendur fótbóltsleikari og hevur spælt á hægsta stigi við liðum sum AC Milan, PSG og Manchester City. Hann fekk í 1995 heiðursløn sum ársins fótbóltsleikari.

##med2##

Tá tær í gjár komu til eitt bókasavn, flokkaðust eini 20 børn og ung rundan um tær og sungu og klappaðu fyri føroysku kvinnunum. Løtan varð fangað á video, og til ber at síggja upptøkuna HER.

##med4##

(Myndir: Rúna Sivertsen)