Leita á in.fo

Rannvá G. Fossaberg 20.09.2013 (09:40)

Fundur fyri starvsfólkunum

Nú klokkan 11 hittast starvsfólkini á Dimmalætting við fakfeløgini Føroysk Miðlafólk, Grafiska Yrkisfelagið og S&K felagið.

 

Fundurin fer fram á Handverksdeplinum.

 

- Hetta verður ein kunnandi fundur fyri starvsfólkunum á Dimmu, har vit fara at tosa um, hvør støðan er í hesum málinum beint nú, sigur Ingolf S. Olsen, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk.

 

- Vit skipa eisini fyri hesum fundinum, soleiðis at starvsfólkini ikki føla, at tey standa so einsamøll í hesi støðuni, sigur Ingolf S. Olsen.

 

Tað er framvegis ógreitt, hvussu verður við løn og eftirløn, sum starvsfólkini eiga til góðar hjá Dimmalætting, men tey hava vent sær til Trygdargrunnin hesum viðvíkjandi.

 

Enn er Dimmalætting ikki lýst konkurs. Fyri at tað skal henda, skal onkur kreditorur krevja felagið konkurs. Tað hava Føroysk Fjølmiðlafólk ikki gjørt enn.

 

Møguliga hendir tað eftir fundin á Handverksdeplinum í dag.

 

– Ta avgerðina taka vit í dag ella í seinasta lagi í morgin, sigur Ingolf S. Olsen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her