Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 21.06.2015 (06:15)

Fyrst á fólkating – so í løgtingið

Tað verður Magni Arge, sum fer at røkja fólkatingsessin hjá Tjóðveldi – í øllum førum fram til løgtingsvalið, sum í seinasta lagi verður 29. oktober.

 

Magni Arge er næstvaldur á listanum hjá Tjóðveldi við 1082 atkvøðum eftir Høgna Hoydal, sum fekk 1477 atkøvður. Høgni Hoydal sigur, at hann fer niður á fólkating, tá tingið verður kallað saman og fer at gera tær avtalur um nevndarbýti, sum skulu gerast. Men tað verður ikki Høgni Hoydal, sum fer at røkja fólkatingssessin – í øllum førum ikki fram til løgtingsvalið.

 

Bæði í Tjóðveldi og í Javaðarflokkinum hava tey avtalað, at sami persónur ikki røkir løgtings- og fólkatingssessir samstundis. Tí verður tað Magni Arge, sum verður fólkatingslimur fyri Tjóðveldi fyribils.

 

Magni Arge sigur við Sosialin, at nú hann fekk so dygga undirtøku til fólkatingsvalið, so liggur tað ein skylda á honum at stilla upp til løgtingsvalið eisini. So tað fer hann at gera – eins og miðlarnir fyri langari tíð síðani hava gitt.

 

– So fái eg eina áheitan frá flokkinum um at stilla upp á løgtingsvalinum, vænti eg, at eg taki av, sigur Magni Arge við Sosialin, sum staðfestir, at tað eftir úrslitið á fólkatingsvalinum valla man verða annað enn ein avgreiðsluspurningur.

 

Eftir Magna Arge á listanum til fólkatingsvalið eru Kristina Háfoss, Sirið Stenberg og Annita á Fríðriksmørk, sum allar, eins og Magni Arge, bæði eru boð upp á tingfólk og landsstýrisfólk fyri flokkin. Tí kann fólkatingssessurin fara at skifta ímllum nógv fólk – eisini niðarliga á listanum, um Tjóðveldi kemur í samgongu eftir løgtingsvalið.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her