Game of Thrones: Føroyskir fjepparar vóna gamla stevið verður afturfunnið

Vit hava spurt tveir íðnar hyggjarar, hvat teir vænta av nýggju sesongini


 

Í nátt varð fyrsti parturin av nýggjastu sesongini av sendirøðini, Game of Thrones, vístur. Fjepparar kring allan heimin hava bíðað eftir hesari løtuni, og í seinasta Vikuskiftis Sosiali hitaðu vit upp til nýggju sesongina.

Har spurdu vit tveir íðnar fjepparar, sum hava fylgt væl við í sendirøðini, hvat teir vænta av nýggju sesongini. Vit endurgeva tvey av svørunum hjá Arna Zachariassen og Finn Haraldson niðanfyri.

##med2##

Arni Zachariassen: 

Hvat metir tú er so serligt við hesari sendirøðini?

- Eg haldi, at røðin eins og bøkurnar fyrst og fremst heilt er ein framúrskarandi góð søga. George R.R. Martin, sum hevur skrivað, dugir meistaraliga væl at skapa ein fantasiheim, fullan av fólki og familjum, vandum og møguligum vinningum, sum tað er sera torført ikki at verða drigin inn í.

Hvørjar vónir hevur tú um síðstu sesongina?

- Eg vóni, at eg verið yvirraskaður. Eg haldi ikki, undanfarna sesong megnaði at liva upp til góðskustøðið, sum tær frammanunda hava havt. Teir góvu sær ikki nóg góða tíð at siga søguna, og søgan byrjaði at gerast ov forútsigilig. Eg vóni, at tað broytist og góða, gamla stevið verður afturfunnið, og at borðreitt verður við skelkandi søgugongdum, sum eg als ikki hevði hugsað um áðrenn.

##med3##

Finn Haraldson: 

Hvat metir tú er so serligt við hesari sendirøðini?

- Tað, sum Game of Thrones hevur megnað, sum fáar aðrar sendirøðir hava klárað, er at lata søguna falda út natúrliga. Hetta merkir, at persónar gera tað, sum teir vanliga høvdu viljað gjørt. Har er eingin plot-strukturur ella kliché, sum sendirøðin skal fylgja. Hetta kláraði sendirøðin heilt væl fyrstu fýra sesongirnar, men aftaná sendirøðin hevur innheintað bøkurnar, hevur hon verið sera skuffandi. Har hava verið nakrar gullverdar løtur, men aðrar løtur virka bara tápuligar.

Hvørjar vónir hevur tú um síðstu sesongina?

- Mínar vónir fyri síðstu sesong er, at hon gevst við klichéum og vánaligum dialogum, sum hon annars hevur brúkt for nógv av í síðstu tveimum sesongunum. Harumframt vóni eg, at endaliga konfliktin ikki verður loyst við einum stórum braki av einum bardaga, men við einum dialogi og einari avgerð um at offra okkurt týdningarmikið.