fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.8m/s

Leita á in.fo

Rólant Waag Dam 20.07.2008 (20:06)

Geirsson vann Statoil kring Føroyar

Teir komu so at siga samstundis um málstrikuna, men Torkil Veyhe hevði munin, tá súkklað var á fjórða og seinasta degnum í Statoil kring Føroyar.

Byrjað var í Tjørnuvík og súkklað var til Saksunar, áðrenn leiðin varð løgd móti Havnini umvegis Oyggjarvegin. Í Havn varð súkklað fýra og ein hálvan umgang, og tað gav tilsamans 109 kilometrar.

At tað var tætt ímillum teir báðar fremstu menninar vitnar tíðin, teir súkklaðu teinin uppá, um. Og tað var ikki í fyrr enn í sjálvum svinginum við Billiardhúsið í Gundadali, at Torkil Veyhe yvirhálaði og slapp framum beint áðrenn málið við Statoilstøðina.

 

Tíðin teir báðir brúktu um teinin var 3 tímar, 6 minuttir og 30 sekund. Smáar tveir minuttir seinni kom Eli J. Christiansen um strikuna við tíðini 3 tímar, 8 minuttir og 15 sekund.

Hetta hevði við sær, at tað aftur hesaferð var íslendingurin Hafsteinn Ægir Geirsson, ið var fremstur eftir at teir tilsamans 322 kilometrarnir vóru súkklaðir. Samlaða tíð hansara var 9 tímar, 53 minuttir og 30 sekund. Torkil Veyhe gjørdist nummar tvey ? 1 minutt og 58 sekund seinni enn íslendingurin.

Kappingina um fjallatroyggjuna vann Torkil Veyhe tó við 13 stigum í mun til tey 11, ið Hafsteinn Ægir Geirsson vann sær.

 

Fimm teir fremstu í Statoil kring Føroyar vóru hesir:

 

1. Hafsteinn Ægir Geirsson 09.52.30

2. Torkil Veyhe +00:01:58

3. Gudmundur Joensen +00:14:21

4. Eli J. Christiansen +00:21:28

5. Áslakkur Nesá +00:24:24


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her