Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 04.12.2014 (13:10)

Ger ikki mun at vit verða ólóglig í Føroyum

Tað fer ikki at gera nakran mun, at føroyingar nú hava samtykt at gera Sea Shepherd ólógligt í Føroyum.

Tað staðfestir sjálvur Paul Watson, oddamaður í umhvørvisfelagsskapinum.

Løgtingið hevur samtykt at forða fyri at Sea Shepherd, og aðrir felagsskapir, slepp at leggja seg út í grindadráp.

 

Les eisini: Løgtingið samtykt at banna Sea Shepherd

 

Men tað rørir ikki Paul Watson.

Hann staðfestir, at í eini roynd at sleppa at halda fram at drepa grind, eru føroyingar at máa burtur av fólkaræðinum við at banna Sea Shepherd at koma til Føroyar.

- Men verður tað gjørt, fer Sea Shepherd at finna aðrar mátar at steðga grindadrápi upp á, tí vit fara aldrin at gevast við okkara mótstøða ímóti grindadrápi, sigur hann.

Á Facebook síðu síni sigur hann, at Sea Shepherd fer at stríðast ímóti grindadrápi á sjónum, í rættinum og í Evropatinginum.

 

Les eisini: Ólógligt hjá føroyingum at hjálpa Sea Shepherd

 

Paul Watson staðfestir, at Sea Shepherd bjargar hvalum og tað er eyðsýnt, at føroyingar eru bangnir fyri Sea Shepherd, tá ið teir eru til reiðar at taka so víðgongd stig sum at banna felagsskapinum at koma til Føroyar.

 

Les eisini: Miðflokkurin vil ikki banna Sea Shepherd

 

Paul Watson leggur dent á, at verður felagsskapurin bannaður í Føroyum, fara tey bara at finna aðrar hættir til at steðga grindadrápi effektivt.

- Eldhugi, dirvi og hugflog er uppskriftin upp á at menna ein nýggjan taktikk við tí endamáli at steðga grindadrápinum, sigur Paul Watson.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her