Leita á in.fo

Andrias Petersen. Mynd: KVF

Hallur av Rana 07.10.2015 (19:51)

Givin aftaná 30 ár í starvi

Tá Andrias Petersen, kommunulækni og fyrrverandi løgtingslimur, fyrst í oktober gavst sum kommunulækni í Eysturkommunu, fór hann úr einum starvi, ið hann hevði røkti í tretivu ár. Tað skrivar heimasíðan hjá Eysturkommunu.


Andrias Petersen tók nevniliga við sum kommunulækni fyri leirvíkingar og gøtufólk 1. mars 1985, langt áðrenn tað var nakað, ið kallaðist Eysturkommuna.


Andrias flutti til Norðragøtu sum 38 ára gamal í 1985 at byrja í starvi sum kommunulækni í nýggja læknadøminum fyri Gøtu og Leirvík, og gjørdist hann tann sætti kommunulæknin á oynni.


Eysturkommuna upplýsir á teirra heimasíðu, at fyrstu tvey árini helt kommunulæknin til við Gøtugjógv í hølunum hjá gamla Sjóvinnubankanum. Í 1987 varð læknamiðstøðin í Gøtudali bygd, og har hevur kommunulæknin húsast síðan.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her