Gjørdi seg inn á ungan mann í fleiri ár

- Eg havi ongar viðmerkingar, sigur Rasmus Paludan.

Savnsmynd: Mads Claus Rasmussen/ Ritzau Scanpix

Savnsmynd: Mads Claus Rasmussen/ Ritzau Scanpix

 

Ávísin Danmark hevur nú eina avdúkandi frágreiðing um, hvussu leiðarin í Stram Kurs, Rasmus Paludan, í fleiri ár forfylgdi og gjørdi seg inn á ein tá 24 ára gamlan mann og familju hansara. Ágangurin gjørdist so ógvusligur, at stovnarin av Stram Kurs fekk fimm ára langt politilhald í málinum.

Í fleiri ár var Rasmus Paludan við at hála eina jútska familju út av eggini við sínum áhaldandi ágangi, har hann sendi óteljandi sms-boð og ringdi við ymiskum telefonnumrum.

Sambært blaðnum kundi talan gerast um einar 20 til 40 uppringingar um dagin. 

Ávísin Danmark hevur í varðveitslu eina røð av skjølum, og millum hesi eru eitt nú boðini frá løgregluni til Rasmus Paludan um polititilhaldið. Tað var ein sonevndur stevningarmaður, sum vegna løgregluna bar núverandi leiðaranum av Stram Kurs boðini um tilhaldið hin 10. januar í 2013.

Í boðunum fær Rasmus Paludan forboð ímóti at leita upp hin tá 24 ára gamla, sum Rasmus Paludan hevði møtt á Keypmannahavnar Universiteti. 

Í boðunum um tilhald skrivar løgreglan, at tað er grundaður illgruni um, at Rasmus Paludan yvir eina longri tíð hevur forfylgt og gjørt seg inn á unga mannin við óteljandi sms-boðum og uppringingum. 

Í brævinum verður eisini sagt, at Rasmus Paludan leypandi hevur skift sim-kort í sínari telefon í samband við forfylgingina av hinum 24 ára gamla, og innihaldið í boðunum, hann hevur sent, hevur verið særandi og útspillandi.

Ávísin Danmark hevur verið í samband við unga mannin, men hann ynskir ikki, at navnið á sær verður almannakunngjørt, og hann ynskir heldur ikki at leggja nakað aftrat. Tey hava eisini verið í teldupost-sambandi við Rasmus Paludan, har hann verður biðin um viðmerkingar.

Men, stutta svarið hjá stovnaranum av Stram Kurs er: - Eg havi ongar viðmerkingar.

Savnsmynd: Mads Claus Rasmussen/ Ritzau Scanpix